22.08.2021

Hug at tekna teg sum lim?

 

Um tú gerst limur í Húsinum, so fært tú eina av kulu nýggju hettutroyggjunum - í ár eru tær myrkabláar við hvítum búmerk um tú gongur í 3. til 7. flokki. Um tú heldur til í Dávavirkinum, so fáa tit í ár einar svartar sweatpants við reyðum búmerki ella ein kulan svartan joggingvest við svørtum búmerki. Sjálvandi fært tú eisini eitt limakort, so tú m.a. hevur ágóðan av, tá vit skipa fyri tiltøkum, sum kosta. Tá sleppa limirnir við fyri serprís við at vísa limakortið. Umframt tað, so fært tú eisini eitt lítið poppkorn og lítla sodavatn ókeypis, tá tú fert í biograf í Atlantis, 10% avsláttur í Sport 24 og 10% av øllum til skúlabrúks í Alfa Bókhandil - tað einasta sum krevst er, at tú kanst vísa eitt galdandi limakort.

Nýggja (blátt/hvítt) limakortið er galdandi skúlaárið 2021/2022, og kostar 300,- kr

Fyri at gerast limur skalt tú fylla út tilmeldingarskjalið, sum tú fært frá einum av starvsfólkunum í Húsinum ella taka niður her á síðuni. Síðani skalt tú koma aftur við skjalinum og 300,- kr, so fært tú eitt limakort og eina hettutroyggju frá okkum. Tað er umráðandi at foreldur/verji hava undirskrivað skjalið, tá tað verður borið aftur

Tað loysir seg at vera limur í Húsinum:) Vit skulu tó gera vart við, at tað ikki er neyðugt at vera limur fyri at vitja Húsið - øll børn og ung frá 3. flokki - 18 ár eru hjartaliga vælkomin......limir ella ikki:)